Í 1889 vóru tveir áhugaleikir framførdir í tinghúsinum í Havn: „Veðurføst“ og „Gunnar Havreki„. Tað serliga við hesum er, at hetta eru fyrstu sjónleikirnir, sum eru skrásettir at vera framførdir í Føroyum. Síðan tá hava nógvir sjónleikir verið settir á pall. Nógv tey fyrstu árini sum áhugaleikur, har yrkisleikurin í Føroyum síðan er sprottin. Meginfelag […]
Í hesum døgum er høvið at fara til kabarett í Suðuroy. Tað er Suðuroyar sjónleikarafelag, sum framførir, og hesa ferð er kabarettin leikstjórnað av Jákup Veyhe. Framsýningarnar eru í SALT, og fyrsta sýning var sunnudagin 19. november. Atgongumerki kunnu keypast á SALT.fo.
Í løtuni verður leikurin „Pippi heldur jól“ framførdur í Losjan Glotti í Gøtu. Tað er Sjónleikaradeildin hjá Losjan Glotti, sum framførir, og Noomi Reinert leikstjórnar. Fyrsta sýning var sunnudagin 12. november, og atgongumerkini ganga sum heitt breyð. Atgongumerki til Pippi heldur jól kunnu fáast á Atgongumerki.fo.
Við ynski um ein fantastiskan World Theatre Day 2023.
Sjónleikardeildin Glotti fer í næstum at framføra skemtileikin Høm høm í summarhúsinum í Losjuni við Gøtugjógv. Marc Camoletti skrivaði leikin í 1987 við upprunaheitinum Don’t Dress for Dinner, og hevur hann verður framførdur kring knøttin síðan tá. Eitt nú stóð Klaksvíkar sjónleikarfelag fyri einari væleydnaðari uppsetan fyri 22 árum síðan. Leikurin snýr seg um vinnulívsmannin […]
Sjónleikarhúsið í Havn er í hesum døgum karmur um skemtileikin „Maður í ómakaðum hosum“, sum Havnar Sjónleikarfelag setir upp. Hetta er upprunaliga ein íslendskur leikur eftir Arnmund S. Backman, sum Tóra Tóroddsdóttir hevur umsett til føroyskt. Leikurin snýr seg um eina pensjoneraða kvinnu, Steintóru, sum á veg heim úr handlinum hevur fingið ein ókendan mann inn í […]
Suðuroyar Sjónleikarafelag fer í næstum at framføra skemtileikin „Fótur í hosu“ í SALT á Tvøroyri. Leikurin snýr seg um ein hýruvognsførara, sum verður bjóðaður inn til ein mann at bíða, meðan hesin ger seg kláran. Teir tosa um ymiskt, eitt nú, um maðurin skal rinda fyri bíðitíðina. Meðan teir tosa kemur systir mannin, ið hevur […]
Ert tú 18 – 25 ár? Hevur tú áhuga í sjónleiki? Hevur tú hug at fara til fleiri ymisk Norðurlond og fáa undirvísing innan palllistamentan umframt í Føroyum? So hevur tú møguleikan nú uttan at rinda eina krónu. Sum umboð fyri Føroyar er MáF við í einum norðurlendskum verkætlanarsamstarvi saman við Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki […]
Einrøðuleikur við Jógvan Andrias Joensen, ið hevur støði í hansara egnu upplivingum. Í fleiri ártíggju var veruleikin í Føroyum tann, at sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar fyri at fáa viðgerð fyri sjúkur. Høvuðspersónurin í leikinum hevur Calve Perthes, ein mjadnasjúka, ið kann hava við sær, at sjúklingurin fær álvarsligar rørslutrupulleikar, um ikki sjúkan verður viðgjørd […]