Meldur í luftini

Sjónleikarafelagið Losjan Glotti fer í næstum at seta skemtileikin “Meldur í luftini” á pall í Losjuni í Gøtu Leikurin snýr seg um unga mannin Bárður, sum er trúlovaður við heilum trimum damum, sum allar eru flogternur. Fyri at halda skil á øllum, hevur hann eina væl planlagda tíðarætlan. Alt gongur upp á stás… til alt […]

Jól í grannalagnum

“Jól í Grannalagnum” – ein hjartanemandi og hugvekjandi jólaleikur eftir Vár Berghamar Jacobsen Útvarpsjólakalendarin frá 2007 er nú umskrivaður til sangleik – ein lívlig og fangandi leikhúsuppliving fyri alla familjuna. Í einum serligum grannalagi búgva 13 ára gomlu tvíburðasystrarnar, væl dámdar og dugnaligar. Í hugnaliga Grannalagnum møta vit eisini foreldrunum, Ljósasløkkjaranum, Grannakonuni, Granskaranum og Granskoðaranum og […]

Friður á pallinum!

TÍÐINDASKRIV Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer í heyst at spæla skemtileikin „Friður á pallinum!“, sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik. Hetta er ein klassisk farsa við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum. Leikurin, ið hevur upprunaheitið „Noises Off“, varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn og varð frumsýndur á West End í […]

Mostir Charley

Í hesum døgum framførir Stranda Sjónleikarafelag skemtileikin „Mostir Charley“ í bygdarhúsinum á strondum. Leikin hevur enski sjónleikarin og dramatikarin, Brandon Thomas, skrivað heilt aftur í 1892. Andrias Justesen týddi leikin til føroyskt í 2001. Sjónleikurin snýr seg um tveir ungar menn, sum ætla sær at fríggja til hvør sína gentu. Fyri at tryggja sær, at […]

Myndir og ummæli av Carmen

Miðskeiðis í januar og fyrst í februar var barnaleikurin „Hevur tú sæð Carmen“ framførdur á Tjóðpalli Føroya og Varpinum í Klaksvík. Hetta var ein sokallað pixi-operu, har leikhópurin spældi sjónleik og ljóðføri, sungu og dansaðu. Leikurin er skrivaðu við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela […]

Dreymaleikur

  Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag framføra Dreymaleik eftir August Strindberg í Sjónleikarhúsinum. Uppsetingin er eitt samstarv millum Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag. Í eini stuttligari samanrenning av sjónleiki, tónleiki, dansi og sangi sleppa bæði yrkisleikarar og áhugaleikarar at villast og droyma seg burtur í tí øra, tí absurda og tí gerandisliga, og fáa gand […]

Hevur tú sæð Carmen?

Komandi vikuskifti setur Opera.fo upp barnaleik á Tjóðpalli Føroya. Talan er um ein fittan barnaleik, eina sonevnda pixi-opera, við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnar. Á pallinum er nýggi gentuleikbólkurin hjá Opera.fo, “Operetturnar”, sum eru 16 gentur í aldrinum 9 til […]

Leikur: „Ikki eitt orð um pengar“

Havnar Sjónleikarfelag setur sjónleikin „Ikki eitt orð um pengar“ á pall í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 9. november kl. 19:00. Hetta er ein skemtileikur eftir Anton Delmar og snýr seg um tvær eldri ógiftar systrar, sum júst hava arvað húsini frá bróðurinum Harry. Tær brúka alla sína tíð at hjálpa í sóknini, og geva burtur tað mesta […]

Suðuroyar Kabarettin 2024

Aftur í ár sýnir Suðuroyar Sjónleikarafelag kabarett, har mangt og hvat verður  endavent, og politikarar, oyggjafólk og onnur standa fyri skotum. Lukku tí hava suðuroyingar harða húð og breiðan rygg og tola skemt. Skuldi onkur havt harðan rygg og breiða húð, so gongur tað eisini. Suðuroyakabarettin er fyri øll vaksin, sum tola skemt. Jákup Veyhe […]

Papageno & Gandadrykkurin

Papageno & Gandadrykkurin 12. – 15. oktober 2024 Í heystfrítíðini verður Varpið í Klaksvík umskapað til ein Gandaskóg. Tá fer Opera.fo, í samstarvi við Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Klaksvíkar Manskóri, at skipa fyri eini spennandi skattaveiðu fyri tey yngru børnini. Við íblástri úr kendu operuni “Gandafloytan” eftir Mozart, hevur operasangarin Birita Adela Davidsen tillagað søguna og […]