Ása á Høgaryggi

Ása á Høgaryggi er limur í Sjónleikadeildini Losjan Glotti) og varalimur í MáF.

Ása er fuglfirðingur og er útbúgvin lærari og arbeiðir sum leiðari fyri Fuglafjarðar kvøldskúla. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri sjónleiki. Hon hevur havt høvuðsleiklut í sangleikinum Smáttan og Rúmdarferðin eftir Frits Jóhannesen og í leikinum Pippi og er virkin bæði á palli og filmi.