Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 3. ársfjórðing er 1. juni 2025 á midnátt. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.
Í vikuskiftinum skipaði MáF fyri skriviskeiði á Gjáargarði. Skriviskeiðið snúði seg hesa ferð um at læra at skriva eitt stutt leikrit, har spælitíðin varar í minsta lagi 5 minuttir og í mesta lagi 15 minuttir. Luttakararnir lærdu, hvussu teir stutt og neyvt kundu skriva eina søgugongd á ein spennandi og áhugaverdan hátt, sum helst skuldi […]
Á aðalfundinum hjá MáF 15. mars stóðu nevndarlimirnir, Arnfinnur Nesá og Ebba Sofía Kruse fyri vali. Bert Arnfinnur stillaði upp og kom einmælt inn aftur í nevndina. Nevndin hevur nú skipað seg og heldur fram í næstan sama líki sum áðrenn: Noomi Reinert, forkvinna (Sjónleikadeildin Losjan Glotti). Mariann Johansen, næstforkvinna (Suðuroyar Sjónleikarafelag). Arnfinnur Nesá, kassameistari […]
Tann 10. mars var ársfundur hjá Sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti. Her var fundast um seinasta árið hjá deildini, framtíðina og eisini var nýggj nevnd vald. Fundurin var lokin kl. 18:00, og eftir hetta skipaði nevndin seg. Arnfinnur Nesá, sum hevur verðið ein góður formaður fyri deildina í nøkur ár, bleiv afturvaldur sum formaður, og er […]
Í dag, 27. mars, er World Theatre Day. Síðan 1962 hevur hesin dagurin verið hildin av sjónleikafeløgum, sjónleikaskúlum, og sjónleikaáhugaðum kring heimin. MáF ynskir øllum ein góðan Altjóða Sjónleikadag 2024
Tann 18. – 21. mars høvdu Ung í MáF vitjan av einum bólki av grønlendskum áhugaleikaraum, sum komu til Føroyar á veg heim til Grønlands, eftir at hava luttikið í Arctic Winther Games í Alaska. Vitjanin endaði við eini lítlari framførslu í Klingruni í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 21. mars. Tey ungu høvdu undir vitjanini […]
MáF hevur júst havt aðalfund, og har fekk felagið nýggja nevnd. Fyri vali stóðu nevndarlimirnir Noomi Reinert, Mariann Johansen og Hanus Gregersen. Harumframt skuldu nýggir varalimir veljast. Noomi Reinert og Mariann Johansen stillaðu upp aftur, og tær vórðu báðar afturvaldar. Hanus Gregersen stillaði ikki upp aftur. Nývald í nevndina varð Ann Mari Jaspursdóttir frá Klaksvíkar […]
Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur fingið nýggja nevnd. Í nevndini sita nú: Súsanna Olsen, forkvinna Eliana Svøðstein, varaforkvinna Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, kassameistari Marjun Kalsø, nevndarlimur Stefan á Smið, nevndarlimur Tiltakslimir eru: Liljan Eysturdal Køtlum Høgni Louisson Poulsen Á myndini síggjast frá vinstru Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, Marjun Kalsø, Eliana Svøðstein, Stefan á Smið, Súsanna Olsen […]
Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 2. ársfjórðing í 2024 er 1. mars 2024. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.
Starvsnevndin í NEATA hevur júst havt fund í Føroyum. NEATA er felagið fyri áhugasjónleik í Norðurlondum og teimum Baltisku londunum. MáF – Meginfelag áhugaleikara Føroya – er limur í NEATA, og Noomi Reinert, forkvinnan í MáF, er næstforkvinna í NEATA. Starvsnevndin í NEATA møtist javnan at fundast um samstarv innan áhugasjónleik í Norðurevropa, og aftur […]