Dreymaleikur

  Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag framføra Dreymaleik eftir August Strindberg í Sjónleikarhúsinum. Uppsetingin er eitt samstarv millum Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag. Í eini stuttligari samanrenning av sjónleiki, tónleiki, dansi og sangi sleppa bæði yrkisleikarar og áhugaleikarar at villast og droyma seg burtur í tí øra, tí absurda og tí gerandisliga, og fáa gand […]

Hevur tú sæð Carmen?

Komandi vikuskifti setur Opera.fo upp barnaleik á Tjóðpalli Føroya. Talan er um ein fittan barnaleik, eina sonevnda pixi-opera, við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnar. Á pallinum er nýggi gentuleikbólkurin hjá Opera.fo, “Operetturnar”, sum eru 16 gentur í aldrinum 9 til […]

Leikur: „Ikki eitt orð um pengar“

Havnar Sjónleikarfelag setur sjónleikin „Ikki eitt orð um pengar“ á pall í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 9. november kl. 19:00. Hetta er ein skemtileikur eftir Anton Delmar og snýr seg um tvær eldri ógiftar systrar, sum júst hava arvað húsini frá bróðurinum Harry. Tær brúka alla sína tíð at hjálpa í sóknini, og geva burtur tað mesta […]

Kabarett í Suðuroy

Í hesum døgum er høvið at fara til kabarett í Suðuroy. Tað er Suðuroyar sjónleikarafelag, sum framførir, og hesa ferð er kabarettin leikstjórnað av Jákup Veyhe. Framsýningarnar eru í SALT, og fyrsta sýning var sunnudagin 19. november. Atgongumerki kunnu keypast á SALT.fo.

Pippi heldur jól í Losjan Glotti

Í løtuni verður leikurin „Pippi heldur jól“ framførdur í Losjan Glotti í Gøtu. Tað er Sjónleikaradeildin hjá Losjan Glotti, sum framførir, og Noomi Reinert leikstjórnar. Fyrsta sýning var sunnudagin 12. november, og atgongumerkini ganga sum heitt breyð. Atgongumerki til Pippi heldur jól kunnu fáast á Atgongumerki.fo.

Høm høm í summarhúsinum

Sjónleikardeildin Glotti  fer í næstum at framføra skemtileikin Høm høm í summarhúsinum í Losjuni við Gøtugjógv. Marc Camoletti skrivaði leikin í 1987 við upprunaheitinum Don’t Dress for Dinner, og hevur hann verður framførdur kring knøttin síðan tá. Eitt nú stóð Klaksvíkar sjónleikarfelag fyri einari væleydnaðari uppsetan fyri 22 árum síðan. Leikurin snýr seg um vinnulívsmannin […]

Maður í ómakaðum hosum

Sjónleikarhúsið í Havn er í hesum døgum karmur um skemtileikin „Maður í ómakaðum hosum“, sum Havnar Sjónleikarfelag setir upp. Hetta er upprunaliga ein íslendskur leikur eftir Arnmund S. Backman, sum Tóra Tóroddsdóttir hevur umsett til føroyskt. Leikurin snýr seg um eina pensjoneraða kvinnu, Steintóru, sum á veg heim úr handlinum hevur fingið ein ókendan mann inn í […]

Fótur í hosu

Suðuroyar Sjónleikarafelag fer í næstum at framføra skemtileikin „Fótur í hosu“ í SALT á Tvøroyri. Leikurin snýr seg um ein hýruvognsførara, sum verður bjóðaður inn til ein mann at bíða, meðan hesin ger seg kláran. Teir tosa um ymiskt, eitt nú, um maðurin skal rinda fyri bíðitíðina. Meðan teir tosa kemur systir mannin, ið hevur […]

Tik Tok antik

Sunnukvøldið 12. september fer Seniorbólkurin í Havnar Sjónleikarfelag á pallin. Tey hava í eina tíð hildið saman og vant í Sjónleikarhúsinum, og úrslitið er sýningin ”Tik Tok antik” – antik, tí tey vilja fegin siga sínar søgur beinleiðis av pallinum, heldur enn at fara á alnótina við teimum. Á skránni er ein samanseting av skemti […]