Leiklistaskúli á Føroya Fólkaháskúla

Farna vikuskiftið skipaði MáF fyri Leiklistaskúla á Føroya Fólkaháskúla í ávikavist skriving og leiklist. Undirvísarar vóru Gunvør Reynberg (skriviskeið) og Bo Skødebjerg (leiklistaskeið). Skeiðini  byrjaðu hóskvøldið 30. apríl og endaðu sunnudagin 3. mai við stuttum leiksýningum, har luttakararnir á leiklistaskeiðnum framførdu leikir, sum luttakararnir á skriviskeiðnum høvdu skrivað. Fimm leiksýningar vóru íalt, og tað var […]

Skriviskeið á Gjáargarði

Í vikuskiftinum skipaði MáF fyri skriviskeiði á Gjáargarði. Skriviskeiðið snúði seg hesa ferð um at læra at skriva eitt stutt leikrit, har spælitíðin varar í minsta lagi 5 minuttir og í mesta lagi 15 minuttir. Luttakararnir lærdu, hvussu teir stutt og neyvt kundu skriva eina søgugongd á ein spennandi og áhugaverdan hátt, sum helst skuldi […]

Væleydnað skeið í Impro Comedy

Farna vikuskiftið skipaði MáF fyri skeið í Impro-Comedy í Sjónleikarhúsinum í Havn. Undirvísari var Lars Udengaard, sum er royndur leikari innan Impro Comedy í Danmark. Hann hevur 15 tey seinastu árini spælt við leikbólkinum Kosmonauterne, ið hava spælt fyri fullum sali í 3 teimum størstu býunum í Danmark. Umframt hetta er Lars royndur undirvísari og […]

Væleydnað várskeið

Várskeiðini hjá MáF „At skriva stuttleik“ og „Skeið í leiklist“ í ávikavist mars og apríl eydnaðust sera væl. Skeiðini vóru hildin á Gjáargarði, sum er eitt framúr pláss halda skeið við sínum á ein hátt avsíðis staði umgyrt av vakrari náttúru. Undirvísari á skriviskeiðnum var danska Hanne Jørna, sum við sínum íðni og eldhuga gav […]

Lýsing eftir ungdómum 18 – 25 ár við áhuga í sjónleiki

Ert tú 18 – 25 ár? Hevur tú áhuga í sjónleiki? Hevur tú hug at fara til fleiri ymisk Norðurlond og fáa undirvísing innan palllistamentan umframt í Føroyum? So hevur tú møguleikan nú uttan at rinda eina krónu. Sum umboð fyri Føroyar er MáF við í einum norðurlendskum verkætlanarsamstarvi saman við Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki […]