Ferðafrásøgn frá aðalfundi og sjónleikafestivali í Monaco 2025

Í august  vóru vit trý umboð fyri MÁF í Monaco á altjóða aðalfundi og áhugasjónleikafestivali hjá AITA/IATA í Monaco, umframt at vit luttóku á skeiðum og fyrilestrum. AITA/IATA er felagsskapurin, sum umboðar lond úr øllum heiminum á heimspallinum innan áhugasjónleik. Fjórða hvørt ár hevur AITA/IATA aðalfund í Monaco, her lokala áhugafelagið Mondrial Du Theatre skipar […]

Ferðafrásøgn frá NEATA Networking Project 2023

Tann 10. til 12. oktober 2023 var forkvinnan í MÁF, Noomi Reinert, í Reykjavík í sambandi við verkætlanina “The NEATA Network Project” saman við umboðum fyri øll limalondini í NEATA. Verkætlanin, ið er stuðlað av Nordisk Culture Point, hevur vart í tvey ár, og tey hava møtst tríggjar ferðir í hesum tíðarskeiðinum.   Her er […]

Ferðafrásøgn frá DATS Teater Festival 2023

Frá 29. september til 1. oktober 2023 skipaði DATS (Dansk Amatør & Teater Scenekunst) fyri sjónleikarfestivali í Nykøbing Falster. Í hesum sambandi luttók Mariann Johansen, nevndarlimur í MáF, og limur í Suðuroyar Sjónleikarfelag, á festivalinum. Niðanfyri er ein ferðafrásøgn frá Mariann Johansen frá túrinum: Eg fekk møguleikan at fara á ein teaturfestival í Nykøbing Falster, […]

NEATA Short Play Festival 2022 Örebro í Svøríki

Í døgunum 23. – 24. september luttók Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) í NEATA Short Play Festival 2022 í Svøríki. Tað var Amatörteaterns Riksförbund í Svøríki, sum skipaði fyri festivalinum, sum fór fram á Nya Teatern í Örebro. Øll NEATA limalondini vóru bjóðaði, harav fýra luttóku. Umframt Svøríki luttóku Føroyar, Lettland, Litava og Estland. NEATA er […]