Friður á pallinum!

TÍÐINDASKRIV Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer í heyst at spæla skemtileikin „Friður á pallinum!“, sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik. Hetta er ein klassisk farsa við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum. Leikurin, ið hevur upprunaheitið „Noises Off“, varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn og varð frumsýndur á West End í […]

Skriviskeið á Gjáargarði

Í vikuskiftinum skipaði MáF fyri skriviskeiði á Gjáargarði. Skriviskeiðið snúði seg hesa ferð um at læra at skriva eitt stutt leikrit, har spælitíðin varar í minsta lagi 5 minuttir og í mesta lagi 15 minuttir. Luttakararnir lærdu, hvussu teir stutt og neyvt kundu skriva eina søgugongd á ein spennandi og áhugaverdan hátt, sum helst skuldi […]

Nevndin í MáF

Á aðalfundinum hjá MáF 15. mars stóðu nevndarlimirnir, Arnfinnur Nesá og Ebba Sofía Kruse fyri vali. Bert Arnfinnur stillaði upp og kom einmælt inn aftur í nevndina. Nevndin hevur nú skipað seg og heldur fram í næstan sama líki sum áðrenn: Noomi Reinert, forkvinna (Sjónleikadeildin Losjan Glotti). Mariann Johansen, næstforkvinna (Suðuroyar Sjónleikarafelag). Arnfinnur Nesá, kassameistari […]

Myndir og ummæli av Carmen

Miðskeiðis í januar og fyrst í februar var barnaleikurin „Hevur tú sæð Carmen“ framførdur á Tjóðpalli Føroya og Varpinum í Klaksvík. Hetta var ein sokallað pixi-operu, har leikhópurin spældi sjónleik og ljóðføri, sungu og dansaðu. Leikurin er skrivaðu við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela […]