Fýra árstíðir sæddar frá Hans Andriasar húsi

Frá skrivstovuni hjá MáF í Hans Andriasar húsi er útisýni yvir móti Sjónleikarhúsinum í Havn. Her eru nakrar stemningsmyndir tiknar úr vindeyganum í skrivstovuni hjá MáF á sumri og heysti 2023, og vetri og vári 2024.  

Hans Andriasar hús í kava

Skrivstovan hjá MáF heldur til í Hans Andriasar húsi undir Pisuvarða 2 í Havn. Her eru nakrar myndar tiknar av Hansa Andriasar húsi ein vakran kavadag fyrst í februar í 2024.

Ung í MáF vitjan úr Grønlandi

Tann 18. til 21. mars høvdu Ung í MáF vitjan av grønlendskum áhugaleikarum. Vitjanin endaði við eini lítlari framførslu í Klingruni í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 21. mars. Tey ungu luttóku eisini á Open Mic í Reinsaríinum, og vóru í Løkshøll og sóu sangleikin Vakurleikin og Beistið.  

Aðalfundurin hjá MáF 2024

Aðalfundurin hjá MáF varð hildin 16. mars 2024 í Varpinum í Klaksvík. Aftan á fundin fingu umboðini fyri feløgini hjá MáF eina rundvísing í Varpinum.

NEATA fundur í Føroyum

Tann 29. til 31. januar 2024 hevði starvsnevndin í NEATA fund í Føroyum. Á myndunum síggjast Sofia Wegelius úr Finlandi, forkvinna í NEATA, Noomi Reinert, forkvinna í MáF og næstforkvinna í NEATA, og Jacob Galtung-Melchior úr Danmark, aðalskrivari í NEATA.    

MáF vitjan av Ung Teaterscen

Tann 10. januar 2024 høvdu MáF og Ung i MáF vitjan av Ung Teaterscen frá Svøríki. Ung Teaterscen er áhugasjónleikarafelagið fyri børn og ung í Svøríki. Felagið umboðar 35 áhugasjónleikarafeløg fyri børn og ung, og er fíggjað av svenska statinum. Endamálið við vitjanini hjá Ung Teaterscen var at tosa um møguligt samstarv millum Ung Teaterscen […]