Nevndin fyri MáF

Formaður

Hilmar Joensen, Nólsoy, tlf. 327119/ 217119, teldupostur

Hilmar er nólsoyingur og eftirløntur lærari. Hann er royndur sjónleikari, hevur í nógv ár spælt bæði við Havnar Sjónleikarfelag og við Royndini í Nólsoy. Eisini hevur hann spælt fleiri filmar. Hann var í nógv ár formaður í Ungmannafelagnum Royndini. Hann hevur verið formaður í Nordisk Amatørteaterråd og næstformaður í NEATA. Formaður í MáF síðan 2001.

Næstformaður


Kristina Christiansen, Niðarugøtu 98, Hoyvík
Tlf. 210598 Teldupostur

Kristina er kolfirðingur búsitandi í Hoyvík, men hevur slitið sínar fyrstu barnaskógvar í Mykineshólmi. Hon er ógift og mamma at vaksnari gentu.

Sum barn gekk hon nógv til sjónleik í Arbeiðsmannafelagshúsinum í Kollafirði, og tá hon 14 ára gomul fór í realskúla í Hoydølum í 1972 beiðst høvi at sleppa at royna seg á og undir palli – sum leikari í sketchum og sum teskari í Músafelluni. Síðani hevur hon fingist nakað við sjónleik –  t.d. barnaleik í Føroyingahúsinum, norðurlendska leikin Fenris, útileikir á Ólavsøku og onkrar leikir í Sjónleikarhúsinum. Kristina starvast sum politistur í Havn. Í frítíðini er hon virkin í hondbólti og fótbólti, har hon eisini er venjari.

kassameistari

Petur Simonsen, Dánjalstrøð 17, Tórshavn
Tlf. 211709 Teldupostur

Petur Simonsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Búsitandi í Havn í løtuni og arbeiðir í Eik Banka. Petur er limur í Klaksvíkar Sjónleikarafelag, har hann hevur verið virkin í fleiri ár, bæði sum leikari, nevndarlimur o.a. Tó hevur hann ikki verið virkin sum sjónleikari síðan 2004.

Nevndarlimur


Gunhild V. Michelsen, Handan Á 6, Tórshavn
Tlf. 216214 Teldupostur

Gunhild er úr Havn og útbúgvin ferðaleiðari. Hevur í meira enn 20 ár verið sera virkin limur í Havnar Sjónleikarafelag, mest handan pall, men eisini á palli. Seinast sum skógmús omman í Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskógi. Umframt at hava sitið í nevndini í Havnar Sjónleikarafelag eitt skifti, hevur hon verið eykalimur í MáF og skrivari í Leikpalli Føroya. Føroysku mentanar kvøldini í Sjónleikarhúsinum er eitt av hennara hjartabørnum, og hevur hon verið við til øll, síðan tey byrjaðu í 1999. Í Fyrstani við til bæði at fyriskipa og framføra, men seinastu árini mest við til at framføra.

Nevndarlimur


Rúni Klein Joensen, Norðagøtu
Tlf. 295438 Teldupostur

Rúni er 35 ára gamal, giftur og eigur 3 børn. Hann er útbúgvin handilsøkonom og grafiskur trykkjari. Rúni arbeiðir sum sølumaður hjá p/f Føroya Bjór. Hann hevur í fleiri ár sitið í nevnd í Hondbóltsfelagnum Tjaldur. Hann er formaður í sjónleikaranevndini hjá Losjuni Glotta í Gøtu. Áhugamál hansara eru sjónleikur og fótbóltur. Hansara visiónir eru at fáa gjørt MáF meira sjónleligt, og at MáF í framtíðini kemur at hava tættari samband við áhugafeløgini kring landið.



Tiltakslimur

Barbara Hentze í Stórustovu, Hamarsgøtu 40, Tórshavn
Tlf. 280889 Teldupostur

Ógift, eingi børn Í løtuni faktiskt heldur einki arbeiði! :o Men einki ringt um tað – so fær man tíðina at ganga við øllum møguligum øðrum spennandi! ;)

Byrjaði at ganga á Dramaverkstaðnum tá hon var uml. 9 ár. Hevur spælt nógvar leikir har uppi og aðrastaðni við Dramaverkstaðnum. Vóru eitt nú við á Sjónleikarastevnu í Havanna á Kuba, á sinni.

Verið við í onkrum leiki hjá Grímu, tá tað var, og Ronju Ránsmansdóttir hjá Tjóðpallinum. Og síðan hon gavst at ganga uppi á Dramaverkstaðnum, hevur hon spælt sjónleik í Sjónleikarhúsinum.

Hevur verið við á nógvum sjónleikaraskeiðum bæði í Føroyum og aðrastaðni. Og í 2 ár undirvísti hon yngstu børnunum á Dramaverkstaðnum, sum eina árið framførdu á Barnasjónleikarastevnuni í Sjónleikarhúsinum.

Hevur gjørt nógv nevndararbeiði í Ungum í Máf og á Dramaverkstaðnum, men situr í løtuni í nevndini í Føroya Ungdómsráð, er umboð fyri Føroyar og Ung í MáF í norðurlendska felagsskapinum NUTU, og er nýggjasti og yngsti tiltakslimur í MáF!

Rudolf Joensen, Stoffalág 118, Tórshavn

Tlf. 216870 Teldupostur


Rudolf Joensen er klaksvíkingur, sum býr í Havn og arbeiðir í Kaldbak.