«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2017

Oktober:

Leikur: ´Allo ´Allo

Um MÁF

Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MÁF) er meginfelag fyri áhugasjónleikarafeløgini í Føroyum og var stovnað tann 23. september 1979. 

Endamál felagsins er at stuðla og menna áhugaleiklistina í Føroyum.

MÁF skal við nevnd og starvsfólki virka sum millumlið og samskipari limanna millum og fremja samstarv teirra millum so væl sum gjørligt.

Limir í MÁF eru:

Sjónleikarfeløg, leikbólkar og einstaklingar.

Aðalfundur felagsins er um grækarismessumundi. Nevndarlimirnir eru 5 í tali umframt 2 tiltakslimir, sum verða valdir á aðalfundinum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og kassameistara.

Nevndin velur umboð í Leiklistaráðið.

MÁF gjørdist 31. mai 1980 limur í Nordisk Amatør Teaterråd og í 1998 limur í AITA/ IATA og NEATA.

MÁF verður fíggjað við almennum stuðli á fíggjarlógini og við limagjaldi.