Havgirdir
á heimsfestivalin
í Tromsø


Havgird – Oceanized

Summarið 2009 var Águsta stødd í Nólsoy á ferð heim aftur til Íslands eftir at hava haft work-shop á Barnasjónleikafestivalinum ”Klakkur” í Klaksvík.

Prátið fall á sagnir og søgur í Vestnorði, sum snúgva seg um evni: Havið – og um, hvussu nógv vit hava felags av tí, sum eitt lív so tætt at havinum førir við sær.

Hugskot kom fram at gera ein leik burturúr hesum, og skjótt var leyst og liðugt. Águsta játtaði at verða leikstjóri, og vit fingu Katrin at verða pallmyndastjóra.

Í desember 2009 komu tær báðar til Nólsoyar og høvdu eina viku saman við leikarunum, har arbeitt var við hugaroki um alt tað, sum hevur við havið at gera . Hugarokið setti improvisatiónir í gongd, og eitt hugskot skaptist til at arbeiða framhaldandi við.

Í februar var so arbeiðið byrjað – og er leikurin sprottin av hugskoti summarið 2009, hugaroki desember 2009 og tøttum samstarvi millum leikstjóra, pallmyndastjóra, leikarar og ljóð- og ljósfólk, sum øll hava arbeitt saman síðan februar 2010.

Arbeiðshátturin verður kallaður ”Devised theatre”.

Leikurin er um fimm verur, sjólatnar, sum liva sítt lív á havsins botni. Magnhild, havsins móður, er tann elsta. Hvussu leingi, hon hevur verið har, kunnu vit bert gita okkum. Hon er tann alvitandi, tann, sum sær framtíðina og tann, sum hini kanska ræðast eitt sindur. Aðrar verur koma til so við og við: tann lætti, altíð til reiðar við onkrum stuttligum- tann meiri álvarsami- tað unga parið, sum kanska kann finna nýggjan kærleika í hesum, tí næsta lívinum. Øll royna tey at samliva í havinum – við stuttleika og sorgum, við dreymum, gomlum og nýggjum – við øllum tí, sum ein vanligur gerandisdagur ber við sær, tá tú er ”havgirdur”.

Leikurin er sera visuellur, og vísir við ljóði, ljósi og rørslum, tónleiki og litum, marionettum og livandi leikarum, alt tað, sum kann henda í eini aðrari verð, eini verð á havsins botni, soleiðis, sum vit kunnu ímynda okkum hana …..

…….og alt kann henda !!!!