Norðurlendskur smáleikafestivalur í Nólsoy 15. oktober

Eingin rættur festivlur uttan seinkingar og órógv í flogferðsluni, og einki undantak var hjá okkum í Nólsoy. Danskararnir, sum skuldu koma máttu uppgeva at koma á hesum sinni. So tað er útsett at hyggja eftir umstøðunum í Gøtu til útleikin um Trónda í Gøtu.

Íslendingarnir komu leygardag í staðin fyri fríggjadag. Tað eydnaðist okkum tó at spæla allar leikirnar sum ætla. Tað komu nógvir áskoðarar úr Havn at hyggja eftir leikinum, so tað var sera væl eydna. Eftirmetingin, sum var planløgd aftaná leikirnar, eydnaðist ikki, tí Hedvig Kapnas var eisini veðurføst í Danmark og kom ikki heim fyrr enn leygarkvøldið.

Men tá tað er sagt, so er alt tað góða eftir, tí bæði leiklistarligt og sosialt var festivalurin framúr góður.  Nólsoy er eitt fantastiskt stað at halda eina tílíkan festival, og bæði Føroyingar og Íslendingar hugnaðu sær frálíkt saman.

Hetta eru teir Føroysku leikirnir, sum spældir vóru

1)      Trappan:

Rithøvundur: Marjun Kjelnæs

leikarar : Hilmar Joensen og Brynhild Kamban

Leikstjóri: Nora Bærentsen

 2)      Fangað:

Rithøvundur: Katrin Sølvará

leikarar : Katrín S. Reynisdóttir

og Rudi Samulsen

Leikstjóri: Gunnhild Michelsen

3)      Frelsari uppá royndartíð:

Rithøvundur: Jóhan Ludvík Laksáfoss

leikarar : Brynjolvur Tórstún og Eyðfinn Finnson

leikstjóri: Gunnvør Joensen

4)      Sálarmyrkur:

Rithøvundur : Ingun Christiansen  

leikarar : Óli Samuelsen

Herborg Mikkelsen

Geir Eyðunsson

leikstjóri : Eir í Ólavsstovu

5)      Guide til sjónleik:

Rithøvundur:Jóhan Ludvík Laksáfoss

leikarar Katrín S. Reynisdóttir

Dorthe Gyldenkærne

Kristina Christiansen

leikstjóri : Óli Samulesen