Fenris
Samstarv millum

Ragnarock, Fívil og Saga

Eyðgerð Mørkøre Kruse, kassameistari:

"Sjónleikarbólkurin í Eydnini samlaðist aftur á várið 2010, tá ein innbjóðing kom frá sjónleikarbólkinum Ragnarock í Humlebæk, Danmark. Ragnarock varð stovnað í 70unum av Joachim Clausen. Hesin bólkur hevur verið í Føroyum og vitjað okkara sjónleikarbólk í summar og tey ungu úr DK búðu privat heima hjá okkara ungu og komu tískil at kenna okkara mentan nógv betur, enn um tey høvdu búð í t.d einum skúla.

Okkara gestir vóru sera takksamir fyri vitjanina í Føroyum, har tey m.a. vóru ein langan og góðan túr úti á pollinum í Saksun í fagrasta veðri. Umframt hetta verða tær góðu kakurnar frá teimum føroysku mammunum ongantíð gloymdar.

Tey ungu gjørdu saman ein leik um Føroyar, har tað var ein blandingur av føroyskum máli og sangi og donskum máli og sangi. Tey arbeiddi m.a. saman við Kristiani Blak.

Endamálið við hesum samstarvi, er m.a. at endurtaka samstarvið, sum Fívil hevði í 90unum við sama bólk um at endurstovna eitt tiltak, sum eitur Fenris, sum áðurnevndi Joachim Clausen hevur fyriskipað allar tær fimm ferðirnar, tiltakið hevur verið. Fívil hevur verið partur av Fenris 4 og Fenris 5 (sum tá tað varð stovnað umfataði fólk úr bygdunum, sum nú er Sunda kommuna og Eiðis og Kollafjarða kommuna). Fenris 4 t.d. var ein verkætlan við øllum teimum norðurlendsku londunum uttan Álandi og í Fenris 4 vóru vit nøkur og 70 luttakarar. Ætlanin við at endurstovna verkætlanina Fenris er ikki so umfatandi enn. Æltanin er fyrst og fremst at fáa samstarv millum Ragnarock, Fívil og Saga. Saga er ein sjónleikarbólkur í Aukureyri, Íslandi. Tann persónurin, sum hevur savnað ein bólk av ungum saman í Akureyri og sum kemur at hava ábyrgd av teimum, hevur verið luttakari av Fenris 4, sum undirritaða eisini var partur av.

Okkara sjónleikarbólkur venur hvørt hóskvøld í Norðskála-Oyrar skúla í tveir tímar. Tey ungu eru í løtuni 12 í tali (í summar vóru tey 7 í tali). Tað keðiliga er at tað bert eru gentur í bólkinum, men hesi gongd arbeiða genturnar við at fáa vent. Venjarar hjá bólkinum eru undirritaða og Elsa Dam. Mariann Hansen hevur játtað at koma at geva íblástur til tey ungu innímillum.

Fyrireikarar hava m.a. røtur í tí, sum áður var sjónleikarbólkurin Fívil. Tey ungu vilja fegin kalla seg Fívil, men vit hava ikki tosað við nakran um rættindi til navnið og um vit kunnu fáa loyvi at kalla okkum Fívil. Hetta fer at verða gjørt.

Orsøkin til at hetta samstarv millum bólkin í Føroyum og Ragnarock úr Humlebæk (sum liggur góðan hálvan tíma norðan fyri Keypmannahavn við toki) er, at av tí at eg sjálv havi verið partur av Fenris 4, hevur Joachim Clausen sett seg í samband við meg um at fáa samband við sjónleikarbólk í Føroyum, tí at tey ungu, sum nú eru í Ragnarock, ikki høvdu verið í Føroyum áður. Fyrst vísti eg til Dramaverkstaðið í Tórshavn, sum er ein vælskipaður bólkur, men Joachim Clausen er vitandi um hendan bólk, tí at hann kennir nógv til Føroyar og hevur verið her ofta. Hann segði við meg, at hann vildi sleppa norð til okkum, sum hann tók til. Bólkurin Ragnarock hevur verið í økinum í tí, sum nú er Sunda kommuna í øllum førum 5 ferðir síðan 1997, sum eg leysliga havi roknað meg fram til.

Eg játtaði at taka mær av at skipa fyri tí praktiska og Elsa Dam samlaði ein bólk av ungum saman. Elsa Dam saman við Mariann Hansen hava vant tey áður í tí tey kallaðu Sjónleikarbólkurin í Eydnuni. Tá bólkurin møttist aftur í 2010 kallaðu vit okkum aftur Sjónleikabólkurin í Eydnuni, men av tí at tey donsku allatíðina kallaðu okkum Fívil av gomlum vana, so hildu okkara ungu, at tað vildu tey fegin sleppa at eita.

Vit venja sum sagt í Norðskála-Oyrar skúla og vit eru sera takksom fyri, at vit fáa innivist har. Alt ungdómsarbeiðið, sum vit gera, er sjálvboðið og verkætlanin í fjørð summar lat seg bara gera av góðvilja frá foreldrunum, sum tóku tey donsku ungu til sín og tóku sær av teimum, sum vóru tey teirra egnu.

Í 2011 fer bólkurin til Danmarkar til bólkin Ragnarock, har vit m.a. skulu luttaka í Helsingør Gadeteaterfestival. í okkara sjónleikarbólki eru: Vilbjørg Senita Hansen, Gudný Hallgerð Káradóttir, Silja Johannesen, Durita Hammershaimb Hansen, Tóra Sigtórsdóttir, Eydna Gleðisheygg, Elisabeth Vang, Lilja Glyvradal, Durita Mørkøre, Rúna Joensen, Randi Larsen og Tórunn Ellingsgaard".