![]() ![]() ![]() ![]() |
||
|
Huðrar spæla "Othello" Nýggi sjónleikarabólkurin, Huðrar, hevur komandi leygardag frumsýning av leikinum Othello hjá Shakespeare, sum Hanus Kamban hevur týtt Ein nýggjur sjónleikarbólkur, ið varð stovnaður í januar í ár, og sum kallar seg Hurðar, kemur komandi vikuskifti við einum leiki eftir Shakespeare. Kendi leikurin, sum Hanus Kamban hevur týtt, er Othello. Listarliga vegleiðing og leikstjórn stendur Hans Tórgarð fyri, meðan Jóna Thomsen hevur gjørt koreografi og luttekur eisini sjálv við dansi í sjónleikinum. Ungdómsbólkurin tók sjálvur hetta frálíka initiativið. Tey eru 18-22 ára gomul, sum hava fastar røtur á pallinum innan leiklist og tónasmíð. Tey eru øll uppvaksin og sprotin úr ymsum hornum í Tórshavn; Dramaverkstaðnum, Ungum í MáF, Musikkskúlanum, Margarinfabrikkini, Skansastovu, Norðurlandahúsinum, Yndi og Sjónleikarhúsinum. Tey hava samstarvað á ymiskan hátt í fleiri ár, og hava leingi havt eitt brennandi ynski um at seta á stovn ein listarligan ungdómsbólk við frælsi at velja hvørja leið, tey vilja fara, og á hvønn hátt listin skal framførast. Leikarar:
Tónleikarar og Tónasmiðir:
Koreografur: Jóna Thomsen ![]() |
||
|
|