Stutt um MÁF

Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MÁF) er meginfelag fyri áhugasjónleikarafeløgini í Føroyum, stovnað 23. septembur 1979. 

Endamál felagsins er at stuðla og menna áhugaleiklistina í Føroyum.

MÁF skal við nevnd og starvsfólki virka sum millumlið og samskipari limanna millum og fremja samstarv teirra millum so væl sum gjørligt.

Limir í MÁF eru:

sjónleikarafeløg, leikbólkar og einstaklingar.

Aðalfundur felagsins er um grækarismessu. Nevndarlimirnir eru 5 í tali. 2 tiltakslimir verða eisini valdir á aðalfundinum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og kassameistara.

Nevndin velur umboð í Leiklistaráðið.

MÁF gjørdist 31. mai 1980 limur í Nordisk Amatør teaterråd og í 1998 limur í AITA/ IATA og NEATA.

MÁF verður fíggjað við almennum stuðuli á fíggjarlógini og við limagjaldi.