«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2017

September:

Væleydnaður stuttleikafestivalur

Altjóða stuttleikafestivalurin - NEATA Short Play Festival 2016 - sum MáF skipaði fyri 7. - 8. oktober eydnaðist stak væl. 

Heili 8 lond luttóku við 16 stuttleikum. Luttakandi londini vóru: Ísland, Danmark, Svøríki, Finnland, Litava, Estonia, Lettland og Føroyar. Umleið 65 leikarar luttóku íalt umframt eygleiðarar/umboð úr ymisku londunum og altóða stýrið fyri áhugaleik (IATA/AITA) - tvs. einir 75 gestir umframt føroysku luttøkuna - út við 100 fólk íalt. 

Fríggjakvøldið byrjaði við setan av festivalinum, har tríggir røðarar vóru: Hilmar Joensen, nevndarlimur í MáF, Kristiina Oomer, forkvinna í NEATA (North European Amateur Theatre Alliance) og Kristianna W. Poulsen, næstforkvinna í Mentanarnevndini í Løgtinginum. Síðan vórðu 7 leikir framførdir. Leygardagin vórðu 9 leikir framførdir. 

Allir leikirnir vóru nýskrivaðir til høvið - nakrir við støði úr øðrum verkum, men kortini í einum nýggjum og øðrvísi hami. Leikirnir vardu uml. 10 - 15 minuttir hvør. 

Meira kunning um teir ymisku leikirnar fæst við at taka niður leikskránna.

Her eru nakrar myndir frá leiksýningunum.


Faldari_Programme.pdf   Leikskrá fyri NEATA Short Play Festival 2016