«2019»Í dag«Feb»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28      
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2018

November:





Frá vinstru: Jákup Dahl Wardum, Hilmar Joensen, Ebba Sofía Kruse, Maj-Britt W.H. Jacobsen, Aðalbjørg Linklett og Noomi Reinert. Ann Mari J. Midjord er ikki við á myndini.

Tveir nýggir nevndarlimir í MáF

Á aðalfundi 10. mars komu tveir nýggir limir inn í nevndina í MáF. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali - Noomi Reinert og Rúna Mortensen stillaðu báðar upp aftur, meðan Beinta Flóvinsdóttir ikki stillaði upp aftur. Noomi Reinert, sum hevur sitið sum forkvinna í nevndini seinastu árini, varð vald inn aftur umframt tveir nýggir limir - Jákup Dahl Wardum úr Havnar Sjónleikarafelag og Ann Mari J. Midjord úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag. MáF takkar fyrrverandi nevndarlimunum og bjóðar báðum nýggju limunum vælkomnan í nevndina. 

Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis út:


Noomi Reinert, forkvinna

Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna:

Hilmar Joensen, kassameistari

Jákup Dahl Wardum, nevndarlimur

Ann Mari J. Midjord, nevndarlimur

Varalimir: Maj-Britt W.H. Jacobsen og Aðalbjørg Linklett