«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2017

September:

Óðins eyga á Tjóðpallinum um ólavsøkuna

 


Óðins Eyga er ein víkingaleikur fyri børn, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin. Sóley Danielsen spælir allar leiklutirnar, ið hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið livir í víkingaøldini.
 
Sóley er m.a. kend frá einkvinnu leikinum “Einki orð”, har hon eisini spældi nógvar leiklutir. Hetta fær hon eisini tørv á her, tá hon skal spæla leikin um djørvu Tóru, ið fer úr Gøtu til Kirkjubøar at bjarga pápa sínum, ið er tikin til fanga.
 
Tóra er væl hjálpt av síni gandaamulett, ið tó eisini gevur henni fleiri lumpisligar fíggindar og avbjóðingar, m.a. gudin Loka.
 
Leikurin er upprunaliga svenskur og er sera væl umtóktur í heimlandinum. Í Svøríki var tað leikstjórin Magnus Palm, ið setti leikin upp, og júst Palm hevur eisini leikstjórnað føroysku útgávuna av “Óðins eyga”. 
 
Tað er søgugranskarin Dallas De-Fée, ið hevur skrivað leikin. Og ungi rithøvundurin Tryggvi Danielsen, ið fekk Mentanarheiðursløn Landsins til ungt listafólk, hevur umsett til føroyskt.

Spælt verður soleiðis:
Leygardagin 25. juli: Kl. 15.00
Sunnudagin 26. juli:  Kl. 15.00
Mánadagin 27. juli:  Kl. 15.00 og kl. 17.00
Mikudagin 29. juli:  Kl. 15.00 og kl. 17.00
Hósdagin 30. juli:  Kl. 17.00
Fríggjadagin 31. juli: Kl. 17.00