«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2017

September:

Nýggjur dagligur leiðari hjá MÁF

Nevndin í MÁF hevur sett Ingun Christensen í starv sum nýggjan dagligan leiðara á skrivstovuni hjá MÁF frá 1. juli 2015. Ingun tekur við starvinum eftir Eir í Ólavstovu, sum hevur røkt starvið síðan mai 2011. Talan er um eitt parttíðarstarv.

Ingun hevur røkt starvið sum avloysari seinastu 10 mánaðirnar. Fyrst sum farloyvisavloysari og síðan sum avloysari, tá Eir í Ólavstovu segði seg úr starvi. Hetta tíðarskeiðið hevur Ingun havt møguleika at sett seg inn í viðurskiftini hjá MÁF.

Ingun hevur eitt nú royndir innan fyrisiting, samskipan og roknskap og fer saman við nevndini at samskipa verkætlanir, sum eru áhugasjónleikinum at frama. Eisini hevur hon góðar førleikar innan m.a. samskifti og mál – er útbúgvin korrespondentur í týskum og enskum, BA í enskum (Bacherlor of modern Languages and Business Studies) og hevur ED í enskum (Den Erhvervssproglige Diplomuddannelse) í enskum, og hevur somuleiðis hollar royndir í at samskifta tvørs um landanna mørk.

Endamál felagsins er at stuðla og menna áhugaleiklistina í Føroyum. MÁF skal við nevnd og starvsfólki virka sum millumlið og samskipari limanna millum og fremja samstarv teirra millum so væl sum gjørligt.

MÁF er partur av Aita/Iata, sum er aðalfelagið fyri áhugasjónleik í heiminum og hevur somuleiðis samstarv og samskifti við áhugaleikarafeløg í m.a. Norðanlondum.

Vit ynskja Ingun hjartaliga til lukku við starvinum og síggja fram til gott samstarv.


Vegna nevndina í MáF

Noomi Reinert

forkvinna