«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2017

September:

NEATA Short Play Festival 2016

NEATA Short Play Festival 2016 er ein leikstevna fyri áhugaleikfeløg, ið eru limir í NEATA (North European Amateur Theatre Alliance). Í 2016 er MáF vertur fyri stevnuna, ið verður í Føroyum í døgunum 7. - 8. oktober. Umframt Føroyar luttaka íalt 7 norðurlendsk og evropeisk lond: Ísland, Danmark, Svøríki, Finland, Letland, Estland og Litauen.

Umleið 70 leikarar fara at framføra stuttar nýskrivaðar/nýtolkaðar leikir á uml. 5 - 15 min. Sostatt verður møguleiki fyri bæði luttakarar og almenningin at síggja út við 20 leikir úr 8 londum við ymiskari mentan og máli. Tí er eisini eitt av krøvunum til leikirnar, at teir eru so mikið visuellir, at allir áskoðarnir skilja leikirnar.

Sjónleikarhúsið í Havn verður karmur um tiltakið. Leiksýningar verða bæði fríggjakvøld og leygardag seinnapart og verða almennar. 

Leiksýningar:

Fríggjadag 7. oktober  kl. 18:30 (Setan og leiksýningar)

Leygardag 8. oktober kl. 14:00

Atgongumerkir kunnu keypast á Kunningarstovuni í Havn frá fríggjadegnum 23. september og í Sjónleikarahúsinum í Havn ein tíma undan sýning. Kostnaðurin av atgongumerkinum er kr. 160,-. Avmarkað nøgd.

Faldari við skrá o.ø sæst við at trýsta á leinkið niðanfyri.


Faldari_Programme.pdf