«2019»Í dag«Jul»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2019

Juni:

 

September:






MÁF luttikið á leikstevnu í Íslandi

Leygardagin 4. oktober í farna vikuskifti luttók Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MÁF) á The NEATA Short Play Festival í Íslandi. Tað var Bandalag Íslendskra Leikfelaga, sum skipaði fyri leikstevnuni, har eisini fleiri íslendsk áhugaleikarafeløg luttóku. Tiltakið var alment, og tað var fyri fullsettum sali, at teir fimtan stuttu leikirnir vórðu framførdir í Leikhúsinum í Kópavági. Leikframførslurnar vardu umleið 5 - 20 minuttir hvør. Íalt vardu framførslurnar einar fýra tímar og vóru býttar í tríggjar partar, soleiðis at steðgur var eftir fyrsta og annan part. Leikirnir vórðu framførdir á uppruna máli, t.v.s. teir íslendsku leikirnir vórðu framførdir á íslendskum og teir føroysku leikirnir á føroyskum.

MÁF luttók við trimum leikum skrivaðir á Leiklistaskúla Føroya, sjey leikarum og tveimum leikstjórum, har flest allir eisini hava verið á Leiklistaskúla Føroya. Føroysku leikirnir Professinalisma, Nærvera og Koks-Kiks, sum Bjørg Jacobsen hevur skrivað, vardu einar 10 – 15 minuttir og vóru sera væl móttiknir. Hetta kom eisini fram á eftirmetingini, ið var hildin aftan á leikframførslurnar, har føroysku leikirnir fingu avbera góða umrøðu.

Leikurin Professionalisma, sum í stuttum snýr seg um ein gamlan mann, ið fær vitjan av trimum heimahjálparum (2 professionellar og 1 nýggj), varð hildin at vera væl spældur, har mótsetningurin millum teir professionellu heldur kensluleysu heimahjálparnar og tann ólærda menniskjaliga heimahjálparan kom týðiliga fram. Í viðferðini av tí gamla manninum lá ein duldur sosialur kritikkur, sum gav leikinum fleiri løg. Pallmyndin varð róst og somuleiðis teir grønu heimahjálparkittlarnir, ið løgdu dent á tað sterila og professionella.

Um leikin Nærvera varð sagt, at her var ta sjálv støðan, ið segði frá einari søgu. Ein væl spældur kompaktur leikur, har støðan við tí lítla larmandi dronginum, sum alla tíðina órógvar samrøðuni millum mammuna og vinkonuna, gerst bæði stuttlig og áhugaverd. Ein kritikkur av leikinum var tó, at samrøðan millum mammuna og vinkonuna innihaldsliga kundi verið meira áhugaverd, og soleiðis fingið áskoðaran enn meira forvitnan.

Leikurin Koks-Kiks, ið gongur fyri seg á einari matstovu, varð hildin at hava eitt flótandi, lætt og týðiligt spæl, har samrøðan millum teir báðar sera ymisku vinmenninar var bæði stuttlig og lødd við spenningi. Samstundis varð hildið, at tann triði gesturin, ein maður, ið situr við eitt borð fyri seg sjálvan og bíðar eftir einum persóni, sum ongantíð kemur, var sera áhugaverdur og fylti pallin, hóast hann ongantíð hevði nakra framsøgn (replik). Eisini var tann sansaliga lýsingin hjá tí kvinnuliga tænaranum av matinum væl dámt og somuleiðis hugskotið, at leikararnir ótu á pallinum.

Alt í alt hildnaðist leikstevnan sera væl og var væl samskipa av íslendsku fyrireikarunum

Tey, ið luttóku úr Føroyum, vóru: Petur Meinhard Elleby Andersen (leikari), Kristian í Vági (leikari), Jógvan á Høvdanum (leikari), Hilmar Joensen (leikari), Bina Svartá (leikari), Herborg Mikkelsen (leikari), Kristina Joensen (leikari og pallmeistari), Katrin S. Reynisdóttir (leikstjóri), Gunnvør Joensen (leikstjóri) og Ingun Christensen (fyrisitingarleiðari á MÁF og samskipari).

Hjálpt til at stuðla ferðina høvdu Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna.