«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2017

Okt./Nov.:

Leikur: ´Allo ´Allo

Klaksvíkar Sjónleikarafelag farin í holt við nýggjan, spennandi sjónleik

Klaksvíkar Sjónleikarafelag er farin í holt við ein nýggjan, spennandi og øðrvísi sjónleik. Sjónleikurin eitur Gittaristarnir. Line Knutzon hevur skrivað leikin, og Bergur Rasmussen hevur umsett. 

Talan er um ein komi/tragiskan sjónleik, sum torir at nema við aðrar leiðir, enn tað vit eru von við í Føroyum. Leikurin snýr seg í stuttum um, at vísusangarin og tólvtónakunstnarin John Hansen er deyður. Umhvørvið rundan um hann er skelkað. Fýra trúðfastir fjepparar gera av at halda eina minniskonsert frammanfyri víðagitnu húsini hjá John Hansen, sála. Sjónleikurin varar  í góðan tíma og verður væntandi sýndur í januar/februar mánað.

Leikarar eru: Høgni Olsen, Sára Skarðenni, Jógvan á Høvdanum (yngri) og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar. Ria Tórgarð er leikstjóri, og fyriskipari er Rudolf Joensen.