«2019»Í dag«Jun»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2019

Juni:

 

September:






Gott nýggjár

So eru vit farin í holt við nýggja árið og nógv spennandi er fyri framman. Longu í februar/mars, verður skeið aftur í "rødd og rørslu" við Súsonnu og Riu Tórgarð. Á Sandi arbeiða tey ungu við eini sera sjáldsamari verkætlan sum er ein upplivilsi leikur har áskoðararnir verða drignir inn í leikin og eru viðspælarar meira enn áskoðarar, her hevur MáF eisini havt ein fingur við í spælinum og vit eru sera spent at síggja hvat kemur burtur úr, Hjálmar Dam og Sóleyð Danielsen hava verið á Sandi og hjálpt teimum við hesi spennandi sjónleikaverkætlan. Noomi Reinhert hevur verið við einum ungdómsbólki til Fenris treff í Finnlandi, og har er nógv spennandi í væntu. Leiklistaskúlin verður aftur á skránni á Hvítusunnu og har er longu nú stórur áhugi, so tit mugu skunda tykkum at melda tykkum til um tit skulu fáa pláss. Umframt hetta er MáF involverða í nógvar ymiskar sjónleikir, filmsverkætlanir, og tiltøk av ymiskum slag, so samanumtikið eitt sera fjølbroytt og spennandi ár er fyri framman her hjá okkum.

 les meira um tað her