«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2017

Okt./Nov.:

Leikur: ´Allo ´Allo

Familjuleikur Heksirnar á Tjóðpallinum

“Heksirnar” er familjuleikur eftir kenda rithøvundan Roald Dahl. Tað er David Wood, ið hevur umskrivað væl umtóktu barnabókina til leik. Laura Joensen hevur týtt leikin, við stuðli úr týðingini hjá Eyðuni Andreassen av bókini.

Tað er ein serlig sýning, ið Kristina Sundar Hansen hevur leikstjórnað, har er spenningur, eymleiki, sorg, keipur og skemt, alt í somu sýning. Afturat sær hevur Kristina fingið Hansinu Iversen at gera pallmynd og búnar. Tað er ein royndur leikarahópur, sum fevnir um kendar sjónleikarar sum Hans Tórgarð, Katarinu Nolsøe, Lauru Joensen, Páll Danielsen, Sóley Danielsen, Jákup Dahl Wardum, Petur Meinhard E. Andersen og Nicolaj Falk. Fleiri teirra sleppa at royna seg í fleiri leiklutum.

Handan pallin hava Kristina og Hansina havt Turpin Nap. Djurhuus, ið ljóssniðgevur og Jón McBirnie, ið ger ljómyndina. Hetta er ein leikur, ið krevur nógvar tekniskar “finessir”, búnar, hár og smyrsl og nógv annað, og tí partinum hava Mikkjal Arge Galán, Katrin Bonde, Bjørk Ellindsdóttir Frýdal, Milja Hanusardóttir, Brandur Patursson, Símun Pauli Hansen, Birgir Djurhuus og Atli K. Jensen tikið sær av.

Leinkja til sýningar og keyp av atgongumerkjum sæst niðanfyri:

http://www.tjodpallur.fo/https/billettodk/events/keyp-atgongumerki