«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2017

September:

Nevndin

Nevndarforkvinna:Noomi Reinhert, Heiðriksmørk 27 Leirvík, tlf. 228901

Noomi er útbúgvin lærari. Uppvaksin í Gøtu, men býr í Leikvík. Hon starvast á skúlanum við Løkin i Runavík. Noomi er sera virkin í sjónleiki í Gøtu og hevur verið við í teimum tveimum stóru uppsetingunum, sum hava verið seinastu árini. Fyrst var hon við í leikinumSpanska Fluganog síðan íSystrunum á Kinn. Noomi er eisini sera virkin sum undirvísari, og undirvísir bæði børnum og ungum í sjónleiki.

Nevndarnæstforkvinna: Ebba Sofía Kruse,Dalastígur 21, Tórshavn, tlf. 271472

Ebba Sofía er útbúgvin námsfrøðingur. Hon er fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn, og starvast á Dagstovninum Birkilund, og sum dramalærari á Dramaverkstaðnum. Ebba Sofía hevur verið sera virkin innan drama og sjónleik tey seinastu 20 árini. Tey fyrstu árini sum áhugaleikari og skeiðsluttakari á sjónleikarastevnum og dramaskeiðum bæði í Føroyum og uttanlands, og tey seinnu árini sum lærari, pallfólk, ljóðfólk, leikritahøvundur og leikstjóri. Eitt tíðarskeið var Ebba Sofía eisini forkvinna í “Ung í MáF”, og hevur hon í nógv ár verið virkin innan nevndararbeiði m.a. á Dramaverkstaðnum bæði sum nevndarlimur og forkvinna.

Kassameistari: HilmarJoensen, Nólsoy, tlf. 327119/ 217119

Hilmar er úr Nólsoy og útbúgvin lærari. Hann er royndur sjónleikari og hevur í nógv ár spælt bæði við Havnar Sjónleikarfelag og við Royndini í Nólsoy. Eisini hevur hann spælt fleiri filmar. Hann var í nógv ár formaður í Ungmannafelagnum Royndini. Hann hevur verið formaður í Nordisk Amatørteaterråd og formaður í NEATA. Formaður í MáF síðan 2001.

Nevndarlimur: Beinta Flóvinsdóttir, Hoyvíksvegur 17, Tórshavn, tlf. 210066

Nevndarlimur: Rúna Mortensen, Dr. Jakobsensgøta 23, Tórshavn, tlf. 317379 / 281656

Varalimur: Rudolf Joensen, Stoffalág 118, Tórshavn, tlf. 216870

Rudolf er útbúgvin lærari. Hann er føddur og uppvaksin í Klaksvík, men býr í Havn. Hann er ein av virknastu áhugaleikarum og hevur verið í óteljandi leikum og kabarettum. Rudolf var við til at endurstovna Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Í fleiri ár hevur hann verið formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag, har hann hevur verið virkin bæði til gagn fyri børn, ung og vaksin.

Varalimur: Maj-Britt W.H. Jacobsen,