«2019»Í dag«Sep»
30           1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2019

August:

Umsóknarfreist 4. ársfjórðing 2019

September:








MáF 40 ára føðingardag

Nú er at seta kross í kalendaran, finna veitsluklæðini fram og pussa skógvarnar. Tann 23. september 2019 verða tað 40 ár síðan, at Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) var stovnað - nevnliga 23. september 1979.

Í hesum sambandi skipar MáF fyri føðingardagsveitslu:

Dagseting: 21. september 2019
Stað: SALT á Tvøroyri

Tíð: Kl. 19.00

Tiltakið er alment og harvið hava øll áhugaði møguleika at halda henda stóra dagin saman við nevnd og limafeløgum í MáF. Prísur einans kr. 150,- fyri hvønn persónin. 

Veitsluskrá: 

  • Veitslan byrjar kl. 19:00 við vælkomudrykki. Síðan verður farið til borðs, har borðreitt verður við drykkjuvørum og einari matskrá við tveimum rættum: 

1. Høvuðsrættur: Lambskjøt v/stoktum eplum, salat og sós. 
2. Dessert: Dronning Maud (fromasja v/rivnari sjokulátu og likøri). 

  • Undirhald verður við 
  1. tónleiki, har Hentzar & Terji spæla undir borðhaldinum, og Tróndur Enni og Eyðun Nólsøe spæla til dansin.
  2. stuttleikum og øðrum undir borðhaldinum. 

Aftaná borðhaldið verður dansur og barr, har gestirnir kunnu keypa drykkjuvørur. 

Uppihald og ferðing: 
  • Skipað verður fyri ókeypis uppihaldi í Suðuroy fyri teir luttakarar, ið ynskja tað – sí tilmeldingarskjalið. 
  • Luttakararnir rinda sjálvir ferðing í samband við veitsluna.


Øll eru hjartaliga vælkomin og kunnu tekna seg at luttaka á hesum tilmeldingarskjali.

Freistin fyri tilmelding og luttakaragjaldi er 12. september 2019.