«2019»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2019

Apríl:



 
 





Leikur: Junglubókin

Sjónleikaraskúlin í Sjónleikarhúsinum í Havn fer í apríl og mai at framføra sangleikin Junglubókin, sum er bygdur á skaldsøguna hjá Rudyard Kipling og filmsútgávuna hjá Disney. 

Sóley Danielsen og Jákup Dahl Wardum hava týtt leikin til føroyskt. Sóley Danielsen er leikstjóri og hevur eisini gjørt pallmyndina. 

Íalt eru 45 leikarar í aldursbólkinum 7 til 17 ár. 

Leikurin snýr seg um Mowgli, ið er einsamallur eftir í frumskóginum, eftir at tikarin Shere Khan hevur beint fyri foreldrum hansara. Eisini hitta vit vinir hansara, varna pantaran Bagheera og bjørnina Baloo, sum er eitt lívstykki. Men tað eru ikki bara sangur og glaðir dagar, tí  Shere Khan vil beina fyri Mowgli. Tí síggja vinirnir onga aðra loysn enn at fáa Mowgli aftur til mannabýin. Á leiðini hittir Mowgli slanguna Kaa og apukongin Louie, ið hava aðrar ætlanir við honum. 

Leikurin snýr seg um vinalag, tað at gerast vaksin, og at tað bert er Mowgli sjálvur, sum kann gera av, hvussu framtíð hansara skal verða. 

Leikurin varir  umleið ein tíma og er fyri alla familjuna. 

Framførslur:

Hósdag 25. apríl kl. 18:00 Frumsýning - Útselt

Leygardag 27. apríl kl. 16:00 - Útselt

Sunnudag 28. apríl kl. 16:00 - Útselt 

Týsdag 30. apríl kl. 18:00 - Útselt

Mikudag 1. mai kl. 18:00

Hósdag 2. mai kl. 18:00

Atgongumerki kosta kr. 80,- og fáast til keyps á https://www.atgongumerki.fo/