Um MÁF

Meginfelag Áhugaleikara
Føroya (MÁF) er meginfelag fyri áhugasjónleikarafeløgini í Føroyum og varð stovnað tann 23.
september 1979. 

Endamál felagsins er at
stuðla og menna áhugaleiklistina í Føroyum.

MÁF skal við nevnd og
starvsfólki virka sum millumlið og samskipari limanna millum og fremja samstarv
teirra millum so væl sum gjørligt.

Limir í MÁF eru:

Sjónleikarfeløg,
leikbólkar og einstaklingar.

Aðalfundur felagsins er
um grækarismessumundið. Nevndarlimirnir eru 5 í tali umframt 2 tiltakslimir, sum verða
valdir á aðalfundinum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og
kassameistara.

Nevndin velur umboð í
Leiklistaráðið.

MÁF gjørdist 31. mai
1980 limur í Nordisk Amatør Teaterråd og í 1998 limur í AITA/ IATA og NEATA.



















MÁF verður fíggjað við
almennum stuðli á fíggjarlógini og við limagjaldi.