Nevndin


Nevndarforkvinna:Noomi Reinert, Heiðriksmørk 27 Leirvík, tlf. 228901



Noomi er útbúgvin lærari. Uppvaksin í Gøtu, men býr í Leikvík. Hon starvast á skúlanum við Løkin i Runavík. Noomi er sera virkin í sjónleiki í Gøtu og hevur verið við í teimum tveimum stóru uppsetingunum, sum hava verið seinastu árini. Fyrst var hon við í leikinum Spanska Flugan og síðan í Systrunum á Kinn. Noomi er eisini sera virkin sum undirvísari, og undirvísir bæði børnum og ungum í sjónleiki.



Nevndarnæstforkvinna: Ebba Sofía Kruse,  Dalastígur 21, Tórshavn, tlf. 271472



Ebba Sofía er útbúgvin námsfrøðingur. Hon er fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn, og starvast á Dagstovninum Birkilund, og sum dramalærari á Dramaverkstaðnum. Ebba Sofía hevur verið sera virkin innan drama og sjónleik tey seinastu 20 árini. Tey fyrstu árini sum áhugaleikari og skeiðsluttakari á sjónleikarastevnum og dramaskeiðum bæði í Føroyum og uttanlands, og tey seinnu árini sum lærari, pallfólk, ljóðfólk, leikritahøvundur og leikstjóri. Eitt tíðarskeið var Ebba Sofía eisini forkvinna í “Ung í MáF”, og hevur hon í nógv ár verið virkin innan nevndararbeiði m.a. á Dramaverkstaðnum bæði sum nevndarlimur og forkvinna.



Kassameistari: Hilmar Joensen, Nólsoy, tlf. 327119/ 217119



Hilmar er úr Nólsoy og útbúgvin lærari. Hann er royndur sjónleikari og hevur í nógv ár spælt bæði við Havnar Sjónleikarfelag og við Royndini í Nólsoy. Eisini hevur hann spælt fleiri filmar. Hann var í nógv ár formaður í Ungmannafelagnum Royndini. Hann hevur verið formaður í Nordisk Amatørteaterråd og formaður í NEATA. eins og hann í fleiri ár var formaður í MáF. 



Nevndarlimur: Jákup Dahl Wardum, Tórshavn, tlf. 210066



Nevndarlimur: Ann Mari J. Midjord, Klaksvík, tlf. 268710


Ann Mari J. Midjord er búsitandi í Klaksvík. Hon hevur verið meir ella mini virkin í Klaksvíkar Sjonleikarafelag siðani 2004, men byrjaði av álvara aftur í 2016. Hon situr í nevndini Klaksvíkar Sjónleikarafelag og hevur m.a. verið við í Kaktusblóman, Ansa mær eftir Amaliu, Norðoyastevnuteiti, Syndarlig Jól, Landastrokið og Buldralig jól. 

Varalimur: Rakul í Gerðinum

Varalimur: Lena Danielsen