Leikur: Jørundur Hundadagakongur

Í sambandi við at Havnar Sjónleikarfelag fyllir 100 ár í ár, sýnir felagið í hesum døgum leikin Jørundur Hundadagakongur, eftir Jónas Árnason.

Leikurin,
ið er bygdur á eina av mest merkisverdu hendingum í søgu Íslands, er ikki ein
sannsøguligur leikur, men er tað, ið høvundurin kallar eitt "ósøguligt
leikhúsverk".

Talan
er um ein skemtileik, við sangi, dansi, tónleiki, akrobatikki og allskyns kynstrum.

Leikstjóri
er Ria Tórgarð. Ria hevur eisini broytt og umskrivað uppruna leikritið, so tað
er meira hóskandi til eina leikuppsetan í 2018.

Hjálmar Dam
hevur sniðgivið sjáldsama flotta pallin.

Anna Sofía
Egilstrøð hevur staðið fyri at tilevna serstøku búnarnar.

Sigrið
Sivertsen hevur lagt tónleikin til rættis og staðið fyri sangvenjingunum.

Elsa Maria
Bærentsen hevur koreograferað og skipað fyri dansivenjingum.

Ljóssniðgevi
er Turpin N. Djurhuus.

Í orkestrinum eru Bartal Augustinussen, Per I. Højgaard Petersen og Karl Andrias
Stórá.

Høvuðsleikarar
eru:

Jørundur
Hundadagakongur: Torkil B. Tórgarð

Charlie:
Magni Joensen

Laddie:
Petur Meinhard E. Andersen

Studiosus:
Rógvi B. Dam

Kaptein
Jones: Elias Magnussen

Trampe
Guvernørur: Tóri í Hoyvík

Gentan
Ragnhildur: Edith Dahl Jacobsen































Umframt høvuðsleikararnar eru einir 30
statistar, sum eru sangarar, dansarar, fimleikarar o.o.
, við í leikinum.

Atgongumerki kunnu keypast á:

http://www.atgongumerki.fo/dramas