«2019»Í dag«Jul»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2019

Juni:

 

September:






MáF 40 ára føðingardag

Tann 23. september 2019 verða tað 40 ár síðan, at Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) var stovnað - nevnliga 23. september 1979.

Í hesum sambandi skipar MáF fyri føðingardagsveitslu:

Dagseting: 21. september 2019
Stað: SALT á Tvøroyri

Tíð: Kl. 19.00

Veitsluskrá:

Veitslan byrjar kl. 19:00 við vælkomudrykki. Síðan verður farið til borðs, har borðreitt verður við drykkivørum og einari matskrá við tveimum rættum:

1. Høvuðsrættur: Lambskjøt v/stoktum eplum, salat og sós.

2. Dessert: Dronning Maud (fromasja v/rivnari sjokulátu og likøri).

Undirhald verður við tónleiki og øðrum undir borðhaldinum og ætlaðum stuttleikum, ið limafeløg fara framføra. Aftaná borðhaldið verður dansur og barr, har gestirnir kunnu keypa drykkivørður.

Øll eru hjartaliga vælkomin og kunnu tekna seg at luttaka á hesum tilmeldingarskjali.

Freistin at tekna seg er 31. august 2019.