Leikur: Klintrimús og hini djórini í Vallbakkaskóginum

Suðuroyar Sjónleikarafelag venur kenda familjuleikin "Klintrimús og hini djórini í Vallbakkaskóginum" hjá Thorbjørn Egner, sum Eyðun Johannesen hevur týtt til føroyskt. Klæmint H. Isaksen er leikstjóri.

Venjingar og framførslur verða í mentanarhúsinum SALT, ið er sera vælegnað til sjónleik.

Nicolaj Falck ger pallmyndina. Pallurin verður stórur, og nógv verður gjørt burturúr. Tað verður sum ein ævintýrheimur, at koma inn í SALT, siga fyrireikararnir.


Nærri kunning um sýningar o.a. kemur seinni.