«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2017

Oktober:

Leikur: ´Allo ´Allo

Sjónleikurin `Allo `Allo í Gøtu

Ein skemtileikur eftir Jeremy Lloyd og David Croft, ið Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu fer at framføra í næstum.

Leikurin snýr seg um, at kaffistovueigarin René og kona hansara hava goymt eitt listaverk stolið frá nasistum í einari pylsu í kjallaranum. Í sama kjallara goyma tey eisini tveir bretskar floghermenn, inntil mótstøðurørslan kann føra teir aftur til heimlandið. Tráðleysa samskiftið við London, ið verður fjalt í einum følskum kakatupappageyki, er bert ein av mongu forðingunum, hesin djarvi kaffistovueigarin er fyri í vertskapinum av fronsku hermonnunum. Tíðindini, at Førarin ætlar at at vitja býin, gevur lúsakjálkum íblástur at vitja kaffistovuna íklæddir sum Hitler. René kallar øll tey góðu fólkini, hann finnur, saman fyri at hjálpa sær at bjarga kaffistovuni og lívi sínum.

Leikarar: Alvi Justinussen, Arnfinnur Nesá, Elias Magnussen, Hallur Ellingsgaard, Hans Hjalti Skaale, Magni Joensen, Maj-Britt W. H. Jacobsen, Noomi Reinert, Katrina E. Hansen, John Andersen, Ólavur Justesen, Teresa Reinert og Tóra P. Isholm.Leikstóri, sangtýðari og hjálpartýðari av leikritið: Súsanna Tórgarð.Sanglærari/klaverspælari: Rói Eliasen.Ljósmaður: Bogi E. Hansen.Ljóðmaður: Egin Tollaksson.Pallsniðgeving og smíð: Klæmint Isaksen, Nicolaj Falck og Rúni Justinussen.Týðari av leikriti: Páll Isholm.

Nærri kunning um framførslurnar kemur seinni.