Dramaskúlin í Sjónleikarhúsinum

Leikir

Kring jørðina í 80 dagar

Høvundur: Bengt Ahlfors hevur dramatiserað og umskrivað eftir bókini hjá høvundanum Jules Verne

Leikstjóri: Hedvig Westerlund-Kapnas

Leikarar: 13 næmingar (8 – 13 ár)

Stað: Sjónleikarhúsið 

Kring jørðina í 80 dagar er ein keipumynd av hjálandaveldinum, og hvussu vit bara síggja tað, sum hevur við okkum sjálvi at gera, og halda, at aðrir livihættir eru óviðkomandi.


Leyvan, gívurin og klædnaskápið

Høvundur: C.S. Lewis

Dramatiserað: Stephen Wass

Leikstjóri: Hedvig Westerlund-Kapnas

Leikarar: 18 næmingar (12 - 16 ár)

Stað: Sjónleikarhúsið / Norðurlandahúsið

Leyvan, gívurin og klædnaskápið snýr seg um fýra børn, ið krógva seg í einum klædnaskápi og koma inn í annan heim. Har skulu tey vinna á hvítu gívrina, sum hevur gandað landið soleiðis, at tað altíð er vetur og ongantíð jól ... Í okkara útgávu leggja vit dent á spælið heldur enn boðskapin og arbeiða við, hvussu tú uttan brúk av filmsamboðum kanst mynda ymsar verur bæði við rødd og rørslu.