Dramaverkstaðið

Leikir

Rumbul í ævintýrlandi

Høvundur: Ebba Malena Debess Thomsen

Leikstjóri: Ebba Malena Debess Thomsen

Leikarar: Næmingar 10-11 ár

Stað: Dramaverkstaðið

Rumbul í ævintýrlandi snýr seg um, at figurarnir úr ævintýrunum "Reyðhetta" og "Hans og Greta" hittast, og bland kemur av tí sama í søgugongdina. 

Alt er skrøgg

Høvundur: Hjørdis V. Johansen

Leikstjóri: Ebba Sofía Kruse

Leikarar: Næmingar 12-13 ár

Stað: Dramaverkstaðið

Alt er skrøgg er ein skemtileikur, sum snýr seg um hurluvasan, tá nógv ymisk ævintýr verða blandaði saman, og figurarnir ikki skilja, hvat hini gera í teirra ævintýri. 

Svik

Høvundur: Hjørdis V. Johansen

Leikstjóri: Hjørdis V. Johansen

Leikarar: Næmingar 14-20 ár

Stað: Dramaverkstaðið

Svik er ein syrgiligur ungdómsleikur um ein fráfaringarflokk, har ein næmingur hevur svikað í próvtøkuni.