«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2017

September:

Dagligur leiðari

Ingun Christensen er dagligur leiðari á skrivstovuni hjá MáF.

Ingun hevur eitt nú arbeiðsroyndir innan ferðavinnu, oljuvinnu, fjarsamskifti, skrivstovuyrkið og sum týðari, har hon hevur arbeitt við eitt nú innan skrivligt/málsligt samskifti, samskipan, fyrisiting og roknskap. Umframt hetta hevur hon hollan málkunnleika og er útbúgvin korrespondentur í týskum og enskum, BA (Bacherlor of modern Languages and Business Studies) í enskum og hevur ED (Den Erhvervssproglige Diplomuddannelse) í enskum.

Seinastu árini hevur hon skrivað fleiri barnabøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út. Eisini hevur hon luttikið í skriviskeiðum, sum eitt nú MáF hevur skipað fyri.