Føroyskur leikbólkur til Litava

Í ár verður tann 10. NEATA Festivalurin í Anykschiai í Litava í døgunum 31. juli - 5. august. Heitið á festivalinum er "Traditions Create Future". 

Sum limur í NEATA er MáF eisini saman við øllum hinum NEATA limalondunum boðin at luttaka við leikbólki. MáF samskipar luttøkuna og ferðina úr Føroyum og hevur í hesum sambandi heitt á Riu Tórgarð frá Teatur Grugg um at luttaka við leikbólkinum Shakespeare Unplugged. Tey, sum fara at manna bólkin á festivalinum í Litava, verða:

Leikstjóri og leikritahøvundur: Ria Tórgarð

Leikarar: Petur Meinhard Ellebye Andersen, Ebba Malena Debess Thomsen, Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar, Bjørk Búadóttir Tórgarð og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum og Baldur Meitil, sum eisini virkar sum teknikari hjá leikbólkinum.

Leikbólkurin fer at luttaka við leikinum RINGrás, ið Ria sjálv hevur skrivað. 

Leikurin snýr seg um ein tónleikabólk, ið hittist fyri at venja. Tey hava vant saman fyrr – ofta – tey hittast regluliga fyri at venja tónleik saman. Seks fólk, sum øll hava sínar persónligu eginleikar,  dreymar, ynski, samleika og tráannir. Men er tað tónleikurin, ið er drívmegin, sum ger at tey finna saman í einum bólki? Ella er tað okkurt heilt annað?

Persónlig áhugmál, konfliktir og intrigir gera, at symbiosan, ið er neyðug fyri at kunna skapa saman, ikki hendir. Felagskenslan og kærleikin til tónleikin verða skúgvað til viks. Hetta er ein absurd kommedia og ein tragikomiskur sorgarleikur um menniskju, ið hava ilt við at finna kamartónan, at finna seg til rættis í felagsskapinum – ella í felags skapandi rúminum, sum tónleikur annars er ímyndin av.

Sýningin er orkumikil og inniheldur sjónleik, tónleik, dans, sang og sterkar, ógvusligar kenslur.

Leikurin er bygdur upp soleiðis, at ikki er neyðugt hjá áskoðarunum at skilja dialogin, ið fer fram á pallinum. Dentur verður lagdur á kropsligan leik og kenslur, ið eru so mikið alment menniskjansligar, at  ikki nýtist at skilja hvørt orð, ið sagt verður.

Á festivalskránni verður umframt leikframførslur eisini skeiðir og kjak.